Innanlands

Yvir 3.000 negativar kanningar á rað

110 fólk vórðu kannaði fyri korona í gjár

2020-05-26 12:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við koronasmittuni. Hetta byggir á í alt 9.288 kanningar.  Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest koronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk. 

110 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar. Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 3.018 kanningunum, skrivar Heilsumálaráðið

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder