Innanlands

Yvir 35 prosent ynskja Aksel til løgmann

Sitandi løgmaður fær undirtøku frá 29 prosentum

Løgmansskifti í Tinganesi fyri knøppum ári síðani (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Løgmansskifti í Tinganesi fyri knøppum ári síðani (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-03 10:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast tað skjótt er gingið eitt ár síðan Bárður á Steig Nielsen varð valdur til Føroya løgmann, so er tað framvegis undanfarni løgmaður, Aksel Vilhelmsson Johannesen, sum flest fólk vilja hava.

Tað vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin á ársdegnum fyri løgtingsvalið 31. august 2019.

Tað eru nú omanfyri 35 prosent av veljarunum, sum peika á Aksel V. Johannesen sum tann, tey helst ynskja skal vera løgmaður.

Góð 29 prosent peika á sitandi løgmann.

Les eisini: Politiska landslagið polariserast 

Í mun til seinast, tá Spyr.fo setti henda spurning til veljararnar - tað var 29. mai - so er undirtøkan hjá báðum løgmansevnunum vaksin.

Undirtøkan fyri Høgna Hoydal sum løgmanni er minkað, so tað nú eru undir 10 prosent, sum peika á hann, meðan undirtøkan fyri Jørgen Niclasen er vaksandi, so hann nærkast teimum 10 prosentunum.

Tá hugt verður nærri at tølunum sæst eisini, at tað eru javnaðarveljarar, ið standa sterkast um sín floksformann. Heili 91 prosent av teimum, ið siga seg velja Javnaðarflokkin, ynskja Aksel V. Johannesen til løgmann, meðan 5 prosent ynskja onkran annan og 2 prosent peika á sitandi løgmann.

Hjá Sambandsflokkinum eru tað 84 prosent, sum peika á egnan formann og sitandi løgmann. 8 prosent ynskja onkran annan og 5 prosent peika á undanfarna løgmann.

Millum fólkafloksveljararnar eru tað 45 prosent, sum peika á Bárð á Steig Nielsen meðan 38 prosent peika á egnan floksformann, Jørgen Niclasen.

Í tí triðja samgonguflokkinum, Miðflokkinum, eru tað 59 prosent, ið peika á sitandi løgmann og 21, sum peika á Jenis av Rana.

Millum tjóðveldisveljarar eru 66 prosent, ið peika á Høgna Hoydal og 21 á Aksel V. Johannesen.

Í Framsókn peika 49 prosent á floksforkvinnuna, Ruth Vang, og 23 prosent á undanfarna løgmann, meðan tey, ið siga seg velja Sjálvstýri, stuðla sitandi løgmanni við 45 prosentum og egna formann sín, Jógvan Skorheim, við 25 prosentum.

Sigast skal, at tað eru yvir 11 prosent av teimum spurdu, sum ikki siga seg vita hvønn tey ynskja til løgmann, meðan næstan 10 prosent ynsktu ein annan enn ein av teimum, sum í løtuni standa á odda fyri politisku flokkunum í Føroyum.

500 fólk vóru við í veljarakanningini hjá Spyr.fo mánadagin. Óvissan í hesi kanningini er millum 1,8 og 4,1 prosentstig.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder