2025-08-13 16:36

Í hesi vikuni byrjaði virksemið á Glasi aftur eftir summarfrítíðina. í dag var fyrsti skúladagur fyri nýggjum næmingum og lærlingum.
314 næmingar byrja í ár á einum av breytunum á gymnasialum miðnámi, sum eru búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt og fyrireikingarbreyt.
198 næmingar og lærlingar byrja á einum av breytunum á yrkisnámi í ár. Hesar eru bilbreyt, elbreyt, smiðju-og maskinbreyt, timburbreyt, hárbreyt, klædna, FHS og lærlingar innan skrivstovu og handil. Fimm næmingar byrja eisini á serbreytini á Glasi í ár.
Á hægri námi byrjar eitt hold við fíggjarbúskapi seinni í august, umframt á partíðarútbúgvingum, sum hægri nám á Glasi eisini hevur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald