![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
424 koronakanningar vórðu framdar í Føroyum í gjár. Eftir úrsltiini av teimum er tað greitt, at tað er framvegis eingin føroyingur staðfestur smittaður við koronasmittuni.
Hetta byggir á í alt 14.800 kanningar. Tær seinastu 8.403 kanningarnar, allar síðani 22. apríl hava verið negativar.
187 fólk í Føroyum hava fingið staðfest koronasmittuna. Øll gjørdust frísk aftur.
Mannagongd viðvíkjandi kanningarúrslitum broytt
Í morgin verður mannagongdin viðvíkjandi kanningarúrslitum broytt.
Nú verða kanningarúrslitini frá landslæknanum kunngjørd á serstakari síðu á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum, sum verður dagførd dagliga.
Kanningarúrslit verða framvegis kunngjørd skjótast gjørligt, sum hesi eru tøk, skrivar hmr.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald