Innanlands

Yvirhálaði í Leynatunlinum

Ein bilførari er nú skuldsettur fyri at yvirhála í Leynatunlinum og fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-16 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið hevur G! festivalur verið í Gøtu, og Vestanstevna hevur verið í Miðvági, men kortini hevur sum heild verið friðarligt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Í gjárkvøldið kom tó ein fráboðan um, at ein bilur hevði gjørt eina yvirháling í Leynatunlinum. Løgreglan fekk at vita, hvønn veg bilurin koyrdi, og sendi eina patrulju á staðið.

Løgreglan fekk fatur á bilføraranum, sum fær eitt klipp í koyrikortið. Men eisini vísti tað seg, at hann koyrdi ávirkaður av rúsdrekka, og varð hann skuldsettur fyri tað eisini. Blóðroynd er tikin av honum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.

Í gjárkvøldið varð eisini boðað frá, at millum 500 og 1000 litrar av olju var farin á sjógv undir bunkring í Havn. Sløkkiliðið fór at leggja sperringar út, og verður bót givin fyri brot á kunngerðina um bunkring.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder