Innanlands

Yvirlæknin vónar at børnini verða hildin heima

Heilsumyndugleikarnir ætla at halda neyvt eyga við, hvussu upplatingin av Føroyum fer at ávirka heilsustøðuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-04-08 13:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir á, at børn eru meira mótstøðufør móti koronasmittuni, og at tey ikki smitta líka so nógv, sum vaksin. Og so er tað neyðugt at geva vaksnum foreldrum møguleika at sleppa út á arbeiðsmarknaðin aftur.

Tað er, sambært Bárði á Steig, løgmanni, orsøkin til, at myndugleikarnir nú hava tikið støðu til at lata dagstovnarnar uppaftur, eins og frítíðar-, forskúlar og innskúlingina upp til og við 3. flokk.

Men tað verður framvegis sjálvboðið at brúka henda møguleika.

Og Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum var enntá so opinskáraður at siga, at hann ikki vónaði, at nógv fóru at gera brúk av tilboðnum, tá hann varð biðin um at greiða nærri frá, hvørjir læknafrøðilig tankar liggja aftanfyri avgerðini um at samla teimum, ið mugu haldast vera tey, ið hava truplast við at skilja og virða boðini um at halda frástøðu og reinføri.

- Okkara strategi er, at vit framvegis verja okkum, so at smittan ikki skal taka dik á seg. Aðrasteðni hava tey valt at lata frísk fólk fáa smittuna fyri harvið at bøta um immunitetin í samfelagnum sum heild. Tað er ikki okkara strategi.

- Eg vóni, at tað verða fá børn, sum koma í skúla og barnagarð. Men tá hava vit ein møguleika fyri at síggja, um smittuvandin økist ella ikki. Børn eru frískari, og kunnu tí møguliga smitta fleiri, segði Bjarni á Steig á tíðindafundinum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder