Dagstovnaøkið
• Dagstovnaøkið letur upp mánadagin 20. apríl 2020
• Komandi vika verður brúkt til at fyrireika, hvussu latast kann upp,og hvussu
gerandisdagurin skal skipast
• Foreldur sum vilja hava børn síni heima, hava síni børn heima.
Forskúlar og fólkaskúlar
• Forskúlar og 1. til 3. flokkur hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20.apríl 2020
• Mælt verður til,at børnini fara í skúla, men talan er um sjálvbodna– og ikki kravda – skúlagongd
• Frítíðarskúlarnir lata eisini upp mánadagin 20. apríl 2020
• Foreldur sum vilja hava børn síni heima, hava síni børn heima.
• 4. til 10. flokkur hava framhaldandi skúlagongd heima við hús. Hvørki 9. ella 10.
flokkur skulu til endaligar próvtøkur í summar
Miðnámsskúlar
• Endaflokkarnir á miðnámsskúlunum fara at hava nakað av undirvísing í skúlanum frá mánadegnum 20. apríl 2020
• Endaliga próvtøkan hjá endaflokkunnum á miðnámsskúlunum verður viðgjørd nærri og tillaga umstøðunum.
• Hinir miðnámsflokkarnir fáa framhaldandi fjarundirvísing.
• Yrkisútbúgvingarnar á Tekniska skúla í Klaksvík og á Glasi hava vanliga
skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020
• Frisørar o.a. skulu tó ikki møta í skúla enn
Sjúkrahúsverk
• Verandi tiltøk, ið eru sett í verk fyri at tálma smittuspjaðing, halda fram restina av apríl mánaða
• Fyri sjúklingar merkir tað, at ikki bráðfeingis viðgerðir og kanningar kunnu framhaldandi verða útsettar
• Deildirnar eru farnar at fyrireika, hvussu ferð so smátt kann setast aftur virksemið, so fleiri fólk fáa viðgerðir
Almannaøkið
• Almannaverkið hevur gjørt eina útgreinaða virkisætlan fyri, hvussu tilboðini kunnu lata uppaftur.
• Almannaverkið varar av nøkrum av okkara allar veikastu borgarum. Tað er tískil týdningarmikið, at tænasturnar lata stigvíst upp havandi í huga minst møguligan smittuvanda og tilmælini frá myndugleikunum verða fylgd.
Ítróttur
• Ítróttakappingar kunnu byrja aftur leygardagin 9.mai undir skipaðum umstøðum.
• Mælt verður til, at bæði vetrarítróttur, ið er innandura, og summarítróttur, ið er
uttandura, verða í fyrstu atløgu spæld uttan áskoðarar
Starvsfólk hjá tí almenna
• Tað almenna skal virka so ótarnað sum tilber. Tað inniber, at tænasturnar til borgarar og fyritøkur skulu veitast sum vant. Samstundis skal hædd takast fyri tilmælunum um smittuforðing. Í tráð við smittuna
• Í tann mun tað ber til, skulu starvsfólk hjá tí almenna, sum kunnu arbeiða heima, framhaldandi gera tað.
Virksemið hjá tí privata
• Almennu tilmælini um frástøðu og reinføri skulu framhaldandi verða fylgd.
Almenna samferðslan
• Oyggjaleiðirnar fara framvegis at hava eitt sindur avmarkaða sigling. Ferðafólkatalið verður framvegis avmarkað.
• Bygdaleiðir koyra framvegis við skerdari ferðaætlan og eftir tilkallingarskipan.
Trúarlív
• Mælt verður til, at kirkjur og samkomur framhaldandi skipa seg soleiðis, at hetta verður uttan, at fólk koma saman í kirkju og samkomu
Skeinkistøð, dansistøð og matstovur
• Mælt verður framvegis til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22.
Ferðing
• Øll ferðing til og úr Føroyum verður framvegis avmarkað.
Nýggj coronaráðgeving
• Ein nýggj coronaráðgeving við fleiri fakfólkum er sett á stovn. Coronaráðgevingin fer at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum o.ø., hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittuspjaðing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald