Mentan

Zacharias Heinesen í Glyvra kirkju

Sunnukvøldið 28. okt. kl. 20 verður listaframsýning í Glyvra kirkju

2018-10-27 14:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnukvøldið 28. okt. kl. 20 verður listaframsýning í Glyvra kirkju. Zacharias Heinesen, listamaður, sýnir fram. Zacharias Heinesen (f. 1936) er the Grand Old Man í føroyskari myndlist. Fyri mong eru hansara landslagsmyndir ein dragandi syntesa millum føroyska náttúru og modernaða myndlist, við teirra dámi av einum koloristiskum mosaikki.

Í sambandi við framsýningina verður tónlist. Kári Sverrisson, sangari og tónleikari, ið hevur sett løg til nakrar av yrkingunum eftir William Heinesen, fer at framføra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder