Uttanlands

Zelenskyj: Iran fær dronur úr Russlandi

Shahed-dronur, sum eru framleiddar í Russlandi, hava verið brúktar at leypa á amerikanskar herstøðir, sigur ukrainski forsetin

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2026-03-15 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj leggur Russland undir at geva Iran shahed-dronur at brúka móti USA og Ísrael.

Tað er "100 prosent fakta", at Iran hevur nýtt Shahed-dronur, sum eru framleiddar í Russlandi, at leypa á amerikanskar herstøðir, sigur Zelenskyj við CNN.

Fráboðanir hava verið um, at Shahed-dronur hava verið nýttar í Miðeystri, men ógreitt er, hvør framleiðarin er.

Fyrstu Shahed-dronurnar vórðu framleiddar í Iran, og vórðu tær eisini javnan nýttar undir russisku innrásini í Ukraina. Russar framleiða nú sjálvir Shahed-dronur, og onnur lond hava síðani eisini tikið dronurnar til sín, m.a. USA, skrivar Ritzau.

Kríggið í Iran byrjaði vi amerikanska og ísraelska álopinum 28. februar. M.a. fyrrverandi ovasti leiðarin í Iran, Ali Khamenei ayatollah varð dripin í álopinum. Síðani er sonur hansara Mojtaba Khamenei blivin nýggjur leiðari í Iran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder