Nógv kann henda í samráðingunum um frið í Ukraina áðrenn vit fara inn í nýggja árið - men um avgerðir verða tiknar, tað veldst um stuðlarnar hjá Ukraina og teirra vilji til at leggja trýst á Russland.
Tað skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á X.
Zelenskyj skal í kvøld okkara tíð hitta amerikanska forsetan, Donald Trump í Florida.
Á skránni verður friðarætlanin fyri Russland og Ukraina. Trump og Zelenskyj skulu m.a. umrøða verjutrygd og enduruppbygging av Ukraina, umframt spurningin um landaøki.
Les eisini: Zelenskyj og Trump hittast sunnudagin
Seinastu mánðirnar hava samráðingar verið í bæði Evropa, Russlandi og USA, men samstundis halda álopini fram.
Sambært Zelenskyj hevur Russland hesa vikuna sent yvir 2.100 álopsdronur og 900 bumbur og rakettir av ymiskum slagi yvir Ukraina.
Les eisini: Kanning: Zelenskyj hevði tapt, um val var í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald