Uttanlands

Zelenskyj: Úrslitið av krígnum fer at ávirka allan heimin

Ukrainski forsetin hevur í dag hildið røðu á asiatiska verjutoppfundinum Shangri-La Dialogue í Singapor, har hann gjørdi greitt, at ukrainski herurin ongar ætlanir hevði um at fara inná russiskt øki

Tað er á vígvøllunum í Ukraina, at framtíðarreglurnar fyri hendan heim verða avgjørdar, segði ukrainski forsetin í røðu sínari (Savnsmynd)

Tað er á vígvøllunum í Ukraina, at framtíðarreglurnar fyri hendan heim verða avgjørdar, segði ukrainski forsetin í røðu sínari (Savnsmynd)

2022-06-11 13:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Úrslitið av krígnum í Ukraina fer ikki bert at ávirka Ukraina men framtíðina hjá øllum altjóða samfelagnum.

Tað segði Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, tá hann helt røðu á asiatiska verjutoppfundinum, Shangri-La Dialogue í Singapor í dag. Á toppfundinum luttóku 575 umboð úr 40 londum.

Í røðuni, sum varð stroymd úr ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, segði Zelenskyj, at hann var takksamur fyri stuðulin, sum hann hevði fingið frá sameindum úrvesturheiminum og úr Asia, men stuðulin var ikki bert til Ukraina, segði hann.

– Eg eri takksamur fyri tykkara stuðul, men hesin stuðulin er ikki bert til Ukraina men til tykkum eisini. Tað er á vígvøllunum í Ukraina, at framtíðarreglurnar fyri hendan heim og markið fyri, hvat er møguligt verður avgjørt, segði hann sambært Reuters.

M.a. vísti hann á, at Russland blokerar havnir í svartahavinum og sostatt forðar ukrainum í at útflyta mat til restina av heiminum. Hetta er nakað, sum fær avleiðingar fyri ikki bert Ukraina men fyri allan heimin.

– Um vit ikki kunnu útflyta okkara matvørur orsakað av russisku blokaduni, fer tað at enda við einari álvarsligari matvørukreppu í heiminum, og verður hungursneyð í nógvum londum í Asia og Afrika, segði hann.

Eisini segði Zelenskyj, at ukrainski herurin ongar ætlanir hevði um at fara inná russiskt øki.

– Minnist til, at kríggið er á okkara egnu jørð (...) Vit vilja ikki fara inn á russiskt øki, segði hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder