Innanlands

Ziska sleipaði bát á Toftir

Ein smábátur fekk í gjár maskinbrek eystur úr Æðuvík

(Savnsmynd: Janus Hansen)

(Savnsmynd: Janus Hansen)

2023-09-07 15:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár klokkan 15.39 fekk MRCC eina fráboðan frá einum báti, sum hevði fingið maskinbrek og hevði tørv á sleipi.

Talan var um ein smábát, sum var staddur eystur úr Æðuvík.

Boð vórðu send eftir bjargingarbátinum Ziska, sum sleipaði bátin á Toftir. Hetta tók alt tveir tímar og 20 minuttir, skrivar Vørn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder