Innanlands

- 100 prosent vísur í, at vit fara at stilla upp til næsta løgtingsval

Ikki allar undirskriftirnar vórðu góðkendar av kommunum, men enn hevur Framtakið góðar vónir, sigur Arnfinn á Birtuni

Arnfinn á Birtuni (Mynd: Rógvi Johansen)

Arnfinn á Birtuni (Mynd: Rógvi Johansen)

2019-02-07 20:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í síðstu viku frættust tíðindini um, at Framtakið fyri rættinum at velja kannabis hevði savnað inn nóg nógvar undirskriftir til at kunnu stilla upp til løgtingsvalið sum politiskur flokkur.

Framtakið skuldi hava í minsta lagi 800 undirskriftir, og í síðstu viku vóru 840 undirskriftir latnar kommununum, sum skuldu kanna tær, áðrenn tær vórðu sendar Innlendismálaráðnum.

Men av teimum 840 undirskriftunum vóru 70 ikki góðkendar av kommununum, og sostatt manglaði Framtakinum 30 undirskriftir fyri at kunna stilla upp.

Summar av undirskriftunum vóru vrakaðar, tí at tað ikki var skiljandi hvat var skrivað, tí at fólk høvdu skrivað skeiv nøvn, ella tí at fólk høvdu skift bústað, og sostatt vóru upplýsingarnar ikki rættar longur.

Men sambært Arnfinn á Birtuni, valevni hjá Framtakinum, er ikki alt farið rætt fram.

- Tað er ikki uppgávan hjá kommununum at kanna undirskriftirnar so gjølla, og tað eigur ikki at taka teimum so langa tíð. Tað einasta kommunurnar skulu gera er at kanna, um hasi fólkini búgva í kommununi, og um tey eru á vallistanum, ikki um eitt navn ella eitt tal er skrivað skeivt, sigur hann í samrøðu við Portalin.

Eisini var meiningin, at kommunurnar skuldu fáa eina vegleiðing frá Innlendismálaráðnum, men sambært Arnfinn á Birtuni hava tær ikki fingið tað.

Framtakið fyri rættinum at velja kannabis hevur nú fingið allar undirskriftirnar aftur, og tey ætla sær út aftur at savna enn fleiri. Hóast nóg nógvar undirskriftir ikki vórðu góðkendar á hesum sinni, hava teir í Framtakinum góðar vónir.

- Eg eri 100 prosent vísur í, at vit fara at kunna stilla upp, tá næsta løgtingsvalið verður, sigur Arnfinn á Birtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder