Innanlands

Sáttmáli um útbygging á Grótrætt undirskrivaður

Sáttmálin fevnir um arbeiðið at fylla út økið millum verandi molar á Grótrætt. Rókin á Glyvrum hevði lægsta tilboðið,.

Sáttmálin varð undirskrivaður av Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, og Jákup Martin Kjeld, stjóra á Rókini (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Sáttmálin varð undirskrivaður av Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, og Jákup Martin Kjeld, stjóra á Rókini (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2026-11-22 10:13 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin skrivaðu Karl Johansen, borgarstjóri i Klaksvíkar kommunu, og Jákup Martin Kjeld, stjóri á Rókini, undir sáttmála um víðkan av havnaøkinum á Grótrætt.

Sáttmálin fevnir um arbeiðið at fylla út økið millum verandi molar á Grótrætt, har felagið Rókin á Glyvrum hevði lægsta tilboðið, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Verkætlanin er liður í arbeiðinum at menna og styrkja havnalagið á Grótrætt. Við útbyggingini verður eitt størri og meira samanhangandi kaiøki gjørt, sum kann nýtast til vinnu- og havnarvirksemi.

Umframt sjálva útfyllingina millum molarnar er eisini avtalað at víðka kaiøkið. Hetta merkir, at kaiøkið verður fylt út níggju metrar longur út. Við hesum fæst eitt størri arbeiðsøki á landi, samstundis sum keikanturin kemur út á djúpari sjógv. Tað gevur betri møguleikar at taka ímóti størri skipum og betrar um nýtslumøguleikarnar á økinum sum heild, skrivar kommunan.

Verkætlanin er somuleiðis ein avgerandi liður í ætlanunum hjá Magn, sum arbeiðir við at økja munandi um oljugoymsluna á Grótrætt.

Samlaða kostnaðurin fyri verkætlanina er uml. 9,5 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder