Innanlands

Taks: Ansið eftir følskum boðum

Í boðum, sum líkjast almennari kunning frá Taks, verða móttakarar bidnir um at trýsta á eitt leinki fyri at fáa skatt endurgoldnan, men Taks undirstrikar, at tey ongantíð biða um persónligar upplýsingar gjøgnum leinki í SMS-boðum ella telduposti.

2026-11-22 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Taks er vorðið varugt við, at følsk boð eru í umferð.

Í boðunum verða móttakarar bidnir um at trýsta á eitt leinki fyri at fáa skatt endurgoldnan.

Boðini líkjast almennari kunning frá Taks, men tey eru ikki frá Taks, skrivar Taks á heimasíðu síni.

[object Object]

– TAKS biður ongantíð um persónligar upplýsingar gjøgnum leinki í SMS-boðum ella telduposti Fært tú slík boð, skalt tú hvørki trýsta á leinkið ella lata persónligar upplýsingar frá tær. Strika boðini.

– Falska heimasíðan nýtir búmerki og litir hjá TAKS og kann við fyrsta eygnabrá tykjast álítandi. Heimasíðubústaðurin er tó taks-fo.help og ikki taks.fo. Síðan hevur einki við TAKS at gera.

Tá tú skalt avgreiða skattaviðurskifti ella fáa atgongd til tínar skattaupplýsingar, mælir Taks til, at tú nýta teirra almennu sjálvgreiðslur - Borgaragluggin ella Vinnugluggin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder