Innanlands

- Áhugin hevur tikið okkum á bóli

Longu nú er áhugin uttanlands fyri átakinum hjá Visit Faroe Islands ovurstórur

Mynd: Visit Faroe Islands

Mynd: Visit Faroe Islands

2019-02-20 15:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Um vikuskiftið 26. til 27. apríl skipar Visit Faroe Islands fyri heldur øðrvísi vikuskiftið, har ferðafólk kring allan heim hava møguleikan at koma til Føroyar at verða við til at viðlíkahalda ymisk kend ferðastøð. Talan er um tað sum kallast voluntourism, har fólk ferðast kring heimin og hjálpa til har tey eru.

- Átakið er farið í gongd í dag og vit eru tikin av bóli av hvussu stóran áhuga hetta hevur havt, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Guðrið fortelur, at fleiri útlendskir miðlar, eitt nú The Guardian, Daily Mail og TV2 hava longu sett seg í samband við tey um átakið.

Les eisini: Ferðastøð í Føroyum stongd vegna viðlíkahald

Fyrispurningar til vikuskiftið eru longu komnir úr eitt nú Avstralia, USA og ymsastaðni í Evropa.

Ætlanin er at tað verða í mesta lagi 100 fólk við. Hesi fáa uppihald og mat ókeypis, men gjalda egnu ferð til Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder