Innanlands

- Alivinnan heldur fram at vaksa

Poul Michelsen setti Aliráðstevnuna fyrrapartin

2019-03-01 15:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Gongur tað væl, kann framleiðslan í alivinnuni økjast munandi næstu trý til fimm árini, og útflutningsvirðið vaksa við meira enn einari milliard krónum.

Tað segði Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, tá hann setti Aliráðstevnuna 2019 fyrrapartin.

Alivinnan í Føroyum er millum tær fremstu í heiminum og fyri at styrkja haldførið og kappingarførið enn meira gera fyritøkurnar stórar íløgur um alt landið, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið. Samstundis hevur samgongan samtykt broytingar í alilógini, sum økja um vakstrarmøguleikarnar og í næstum verða dagførdar kunngerðir eisini lýstar á aliøkinum.

Les røðuna hjá landsstýrismanninum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder