Nú byrgingin í Haraldsundi hevur verið uppi í løgtinginum, heitir Sørvágs kommuna á samferðsluráðið og landsstýrismannin, Heðin Mortensen, um at minnast seg.
Aimé Jacobsen, brogarstjóri í Sørvágs kommunu, skrivar á heimasíðuni hjá kommununi, at hóast kommunan fegnast um at ferðasambandið til Mykinesar fekst í rættlag síðsta summar tá avtala varð gjørd um at Jósup røkir siglingina, so er alneyðugt at fáa bøtt um havnaviðurskiftini í Mykinesi.
- Lítla, gamla og slitna atløgusíðan er als ikki nóg trygg til risastóra ferðafólkatalið, skrivar borgarstjórin.
Borgarstjórin vísir á, at hagtøl hjá SSL vísa, at mykinesarleiðin hevði 5.631 ferðandi í 2009, og at talið var vaksið til 20.629 ferðandi í 2017.
- Talið í 2018 er 19.790 ferðandi við Strandferðsluni, og tá eru ferðandi út í oynna við øðrum túraoperatørum og Jósupi teir 1-2 eykatúrarnar, ið hann ger um dagin, ikki tald við. Og hetta fer fram yvir bert fýra mánaðir í árinum, skrivar Aimé Jacobsen.
Borgarstjórin sigur, at tað er væl unt norðoyingum at arbeitt verður uppá trygdina um byrgingina í Haraldsundi, men at tað er als ikki vandaleyst at ferðast til Mykinesar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald