Innanlands

– Álvarsamt um ivi kann sáast um revsirammuna

Í sambandi við dómin í stóra pedofilimálinum, sum nú er kærdur til landsrættin, vil Annika Olsen hava at vita frá løgmanni, um hann heldur revsilógina vera nóg greiða, og/ella um hann hevur ætlanir um at nágreina lógina

Annika Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Annika Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-10 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

30. mars varð ein 42 ára gamal maður dømdur trý ára fongsul fyri kynsliga misnýtslu av trimum dreingjum, hóast revsiramman var 12 ár, og ákærin kravdi átta ár.

Dómurin varð síðani skotin inn fyri landsrættin, av tí at ivi er um, hvussu revsilógin skal tulkast. 

Tað var í 2009, at revsilógin varð yvirtikin, og drúgvar dagføringar vórðu gjørdar í kap. 24 í lógini árið eftir – tann kapittulin, sum snýr seg um kynslig brotsverk. Í 2016 varð aftur dagførd, men ivi er um, hvørt herðingin í donsku revsilógini er galdandi í Føroyum.

Les eisini: 42 ára gamal trý ára fongsulrevsing fyri kynsliga misnýtslu

Les eisini: Dómurin í pedofilimálinum kærdur til landsrættin

Tað er sera álvarsligt, at tað kann sáast ivi um, sjálva revsirammuna, tí hetta ikki greitt framgongur í serligu viðmerkingunum, heldur Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin. Hon hevur tí sett Bárður á Steig Nielsen, løgmann fyrispurning um kap. 24 í revsilógini.

Metir løgmaður, at kap 24 í revsilógini er nóg greið? Um nei, hevur løgmaður ætlanir um at nágreina revsilógina kap 24? Og um so er, nær verður hetta gjørt? Tað er m.a. tað, sum Annika Olsen vil hava at vita.

– Kynslig brotsverk skulu revsast hart, og serliga hart tá talan er um børn, og tað skal ongin ivi verða um hetta í okkara revsilóg, sigur hon.

Í hesum sambandi vísir tingkvinnan eisini á, at tað er sera umráðandi, at lógardeildin á løgmansskrivstovuni fær hægstu raðfesting, og at starvsfólkaorkan er nøktandi, og tí vil hon eisini hava at vita frá løgmanni, um hann metir, at lógardeildin er nóg væl mannað.

Í sambandi við revsirættinum og revsilógini varð eitt revsirættarligt ráð sett á stovn at fylgja við gongdini í grannalondunum á hesum økinum, hetta so føroyska revsilógin altíð kann verða dagført ájavnt rættarpraksis í hinum londunum, og tí hevur Annika Olsen eisini spurt løgmann, hvat status er við revsirættarliga ráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder