- Nú Betri tekur seg burturúr allari íbúðarbygging i Føroyum og harvið sigur nei takk til at lyfta okkara samfelag framá leið, er spurningurin komin til, um vit ikki politiskt eiga at hyggja nærri at Betri samtakinum.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, í einari Facebook dagføring í kvøld.
Betri stovnaði fyrr í ár, saman við øðrum feløgum, felagið P/F Heimbýli, við tí endamáli at byggja leigubúðir. Men nú eru fortreytirnar, sambært Betri samtakinum, broyttar.
Kapitalkrøvini frá Fíggjareftirlitinum til SIFI fíggjarfyritøkur (fíggjarstovnar, ið hava serligan strukturellan samfelagstýdning) økjast munandi komandi árini, sigur samtakið.
Men borgarstjórin í høvuðsstaðarkommuni, keypir ikki heilt, at nakrar milliónaíløgur ikki kunnu gerast í føroyska samfelagnum.
- Okkara pensjónspengar fara beinleiðis av landinum til danskt felag, sum siðani setir okkara pengar í lánsbrøv herímillum til donsk íbúðarbyggjari. Hvat er meiningin við hesum, spyr borgarstjórin.
- Av teimum 10 milliardunum, ið liggja í teimum føroysku pensjónsgrunnunum kemur so at kalla onki aftur til tað føroyska samfelagið og føroyska fólkið.
- Sjálvandi skal vit og skil til, sjálvandi skulu okkara pensjónspengar tryggjast, men at nakrar milliónir ikki kunnu koma føroyska samfelagnum til góðar og harvið byggja okkara land, tað keypi eg ikki, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.
Les eisini: P/F Heimbýli avtikið - sleppa ætlanunum at byggja leiguíbúðir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald