Innanlands

- Avleiðingarnar eftir fýra ár við vinnufíggindaligum politikki koma til sjóndar

Upp til sandoyingar um teir løna samgonguni tað aftur til valið. Men tað mátti smakka beiskt hjá onkrum, sigur Brandoy Sandoy, nú Sandoy Seafood snarar lyklinum

Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, og Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, og Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-11 18:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Nú byrja so smátt avleiðingarnar at koma til sjóndar, eftir fýra ár við vinnufíggindaligum politikki.

Tað sigur Brandur Sandoy, fyrrverandi løgtingsmaður og borgarstjóri í Sands kommunu, nú tað fyrr í dag frættist, at størsta arbeiðspláss í oynni, Sandoy Seafood letur aftur.

Talan er 60 fólk, sum hava mist arbeiði, og sambært fyrrverandi fólkaflokstingmanninum, er taða núverandi samgonga, sum hevur skyldina av hesum.

- Tað varð ein sólskinssøga, tá vit í undanfarnu samgongu syrgdu fyri at Marine Harvest fekk royndarloyvi á Sandsvág, tí hetta hevði við sær, at teir saman við Delta settu gongd á virkið aftur í Skopun. Harvið fingu 60 fólk arbeiði í Sandoynni.

- Og hvat er so hent síðani hendan samgongan kom til, spyr Brandur Sandoy.

- Jú, avgjøldini á virksemið í Skopun er hækkað av sitandi samgongu, meðan sama samgonga hevur lagt fleiri avgjøld á virksemið sum hendan fyritøkan sum eigur í virkinum fíggjar seg við nevnliga alivinnuni. Tá tað illa fæst at bera til frammanundan, og man blívur við at leggja fleiri avgjøld á álíkavæl, kann man ikki undrast at fyritøkur velja at trekkja seg, skrivar hann víðari.

- At Sandoy Seafood gevst í Skopun, er ein varði á sosialistisku leiðini hjá hesi samgonguni. So er tað upptil sandoyingar um teir løna samgonguni tað aftur til valið. Men tað mátti smakka beiskt hjá onkrum, skrivar Brandur Sandoy.

Alt lesarabrævið sæst á lesarin.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder