Summarfrítíðin hjá fólkaskúlunum nærkast, og síðstu tíðina áðrenn hesa plagar fleiri skúlar at hava okkurt øðrvísi fyri børnunum.
Á Skúlanum á Fløtum hava fjórði til sættu flokkarnir seinastu tíðina bygt smáttur á vøllinum við Læraraskúlan.
- Próvtøkutíðarskeiðið er seinastu tríggjar vikurnar áðrenn summarfrítíðina, so tá er skúlagongdin øðrvísi. 7.-9. flokkarnir eru til próvtøku, og í ár hava vit valt at 4.-6. flokkarnir gera okkurt øðrvísi við hondunum uttanfyri flokshølini, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri á Skúlanum á Fløtum.
Regin Marnersson greiðir frá, at í ár fingu tey 400 plattar, sum næmingarnir nú smíða smáttur burturúr. Sum nú er standa níggju smáttur.
- Hugskotið er at hetta er eitt byggispælipláss. Vit fara at lata smátturnar standa til um september mánað. Soleiðis fáa øll, sum hava hug, høvi at spæla í smáttunum í summar, sigur Regin Marnersson
Skúlastjórin sigur, at hugskotið byggir á, at lærararnir minnast aftur á tá teir sum lítlir bygdu smáttur, fangaðu síl í ánni, og bygdu byrgingar.
- Vit vilja vísa næmingunum, at man kann gera okkurt, og verða partur av onkrum, sum ikki er keypt ella ikki sæst í einum skíggja ella er eitt telduspæl.
Áleið 150 næmingar eru við í byggivirkseminum, og flestu teirra eru púra bitin av verkætlanini. Eisini hava pápar vent sær til skúlan fyri at vita um teir kunnu hjálpa til.
- Skúladagurin er frá 8-13, men tá skúladagurin er liðugur eru fleiri sum smíða víðari. Áleið helvtin av næmingunum vilja ikki heim, men halda áfram við at smíða smáttur.
Ætlanini var at taka smátturnar niður í dag og brenna tær, men næmingarnir blivu ov góðir við tær. Tí avgjørdi skúlin at lata smátturnar standa, so at næmingarnir kunnu spæla í teimum í summar.
- Ístaðin fyri smátturnar, brendu vit restir í dag. Men smátturnar kunnu ikki standa gjøgnum veturin, tí at tað eru tær ikki bygdar til. Tær mugu tí takast niður áðrenn.
Regin Marnersson, skúlastjóri, sigur, at tey hvørt ár gera okkurt fyri at læra børnini at arbeiða við hondunum. Okkurt árið hava tey sett eplir niður og onkra aðru ferð hava tey gjørt rabarbugarð. Regin væntar ikki, at tey fara at gera júst tað sama næsta ár. Tá fara tey at finna uppá okkurt annað spennandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald