Innanlands

- Brakið hoyrdist í øllum Stokkhólmi

Ein spreinging í Östermalm býarpartinum loypti í nátt hvøkk á íbúgvar. Stórur materiettlur skaði var, men eingin fólkaskaði. Eisini var ein spreining í Uppsala

(Mynd: TV2)

(Mynd: TV2)

2020-01-13 10:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein spreinging var í svenska høvuðsstaðnum í nátt. Svenska blaðið Expressen skrivar, at allir 30 íbúgvarnir í íbúðarblokkinum vórðu fluttir burtur til ein skúla í økinum. Eingin kom til skaða, men sambært Expressen hevur løgreglan ikki heilt yvirlit yvir, júst hvat tað var sum hendi, og kennir harvið ikki orsøkina til sprengingina.

Við Aftonbladet og tíðindastovuna TT siga íbúgvar í økinum stutt frá staðnum, at talan var um eitt ógvusligt buldur. Onkur helt, at kríggj var nú farið í gongd, og onkur annar vísti á, at hetta helst hoyrdist í øllum Stokkhólmi. Svenskir miðlar hava eisini verið í samband við íbúgvar, ið búgva nakrar kilometrar burtur, ið hoyrdu brakið heilt væl.

Rútar í bygninginum eru knústir, rútar í umráðnum hava eisini fingið skaða, og ein bilur uttanfyri er sprongdur. Nú verður málið kannað nærri. 

Í Uppsala, nakað norðanfyri Stokkhólm,var eisini ein spreinging í nátt. Har var eftir øllum at døma heldur eingin fólkaskaði.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder