Innanlands

- Bretlands-avtalan er ikki at gambla við

Fólkaflokkurin legði eftir Poul Michelsen á tingi í dag fyri eina vánaliga avtalu

Poul Michelsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Poul Michelsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-08 17:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkaflokkurin heldur sera lítið um um fríhandilssáttmálan, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður við uttanlandsmálum hevur gjørt við Stórabretland.

Løgtingið hevði fyrstu viðgerð av málinum í dag, og sambært orðaskiftinum fer Fólkaflokkurin at atkvøða ímóti at sáttmálin verður góðkendur.

Fólkaflokkurin undrast yvir, at Føroyar einki hava fingið afturat í hesum sáttmálanum í mun til sáttmálan, sum vit høvdu við ES.

- Áðrenn ES høvdu vit ein reinan fríhandilssáttmála við Bretland. Tað tykist ikki, sum landsstýrismaðurin hevur roynt at betra um avtaluna, helt Jørgen Niclasen.

Poul Michelsen vísti á, at tað helst hevði verið møguligt, at fingið eina betri avtalu við Bretland, men slíkt kostar. Tað vita allir landsstýrismenn, sum gjøgnum hesi seinastu árini hava roynt at fingið aðrar vørur inn á positiv-listan.

- Spurningurin er, um vit eru sinnað at lata tað afturfyri, sum krevst fyri at fáa nýggjar vørur á listan. Hvat hava vit at geva? Eru tit í Fólkaflokkinum veruliga sinnað at lata kvotur fyri at vit skulu sleppa at útflyta makrel í dós til Bretlands, spurdi Poul Michelsen, og vísti á, at tað neyvan er nakar í fiskivinnuni, sum hevði viljað tað.

Poul Michelsen vísti á, at allar vørur, sum føroyingar framleiða í dag kunnu flytast tollfrítt inn á bretska marknaðin, eisini royktur laksur og makrelur, sum fólkaflokstingfólk annars søgdu vera tollálagdar vørur.

- Vit hava havt trupulleikar við at fáa brisling á listan, og so er eisini trupulleikar við fiskamjøli. Men tað er tað einasta, sum vit framleiða í dag, sum ikki er við í avtaluni, vísti Poul Michelsen á.

- Tað hevur verið ynski um at fáa makrel í dós við á listan eisini, og tað kundu vit kanska eisini fingið, um vit vilja geva nakað afturfyri, vísti Poul Michelsen á, og greiddi eisini frá, at møguleikin er til staðar við víðari samráðingum, tí talan er ikki um eina ”læsta avtalu”.

Men hann vísti staðiliga aftur at gera sum Fólkaflokkurin ynskir, at vraka avtaluna, og so hopa at ein loysn verður funnin tá Brexit er vorðið ein veruleiki.

Tað er at ’gambla’ við føroyska búskapinum helt Poul Michelsen. Landsstýrismaðurin vísir á, at føroyingar árliga útflyta vørur fyri 800 milliónir krónur til Bretlands, meðan við hinvegin keypa fyri umleið 250 milliónir.

- Eg vil ikki risikera at tað koma 10-12 prosent í tolli á vørurnar einaferð tá Bretland er komið úr ES. 10-12 prosent av 800 milliónum krónum eru nógvir pengar, segði Poul Michelsen.

Málið um ”at seta í gildi fyri Føroyar fríhandilssáttmála millum Føroyar og Sameinda Kongsríkið Stórabretlands og Norðurírlands” skal nú viðgerast í uttanlandsnevndini áðrenn tað kemur í tingið aftur til aðru viðgerð og endaliga atkvøðugreiðslu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder