Uttanlands

- Coronavirusi er ein sera álvarsom hóttan fyri heimin

Aðalstjórin í heimsheilsustovninum sigur, at neyðugt er at arbeiða væl saman, og syrgja fyri at neistin ikki verður til ein stóran eld

Tedros Adhanom Ghebreyessus hevur í dag viðgjørt støðuna viðvíkjandi Coronavirusinum, ið tekur lívið av fleiri og fleiri og spreiðir seg meira (Mynd: EPA)

Tedros Adhanom Ghebreyessus hevur í dag viðgjørt støðuna viðvíkjandi Coronavirusinum, ið tekur lívið av fleiri og fleiri og spreiðir seg meira (Mynd: EPA)

2020-02-11 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Yvir 400 læknar og granskarar eru í løtuni til fund í høvuðssætinum hjá heimsheilsustovninum, WHO, í Genève. Har hevur aðalstjórin, Tedros Adhanom Ghebreyessus, havt eina røðu og nøkur boð til fjøldina.

- Útbrotið av coronavirusi í Kina er ein sera álvarsom hóttan fyri restina av heiminum. Tað mest umráðandi er, at vit fáa steðga útbrotinum og bjargað lívum. Við tykkara hjálp ber hetta til.

Ghebreyessus mælti til, at heimsins lond skuldu deila tøl við hvønn annan og stríðast saman ímóti útbrotinum, og ætlanin við hesum fundinum er, at leggja ein felags ætlan fyri gransking av coronavirusinum. Í londum sum Kina, Avstralia, Fraklandi, Týsklandi og USA stríðast ymisk feløg við at finna og gera eina koppseting fyri virusi. Hetta kann tó taka fleiri ár.  

Ghebreyesus setti á tíðindafundi í gjár, vegna WHO, orð á stúranina viðvíkjandi tí, at fólk ið ikki hava verið í Kina smitta nógv onnur. Dømi er ein breti, ið var í Singapore, fekk smittuna, og komin til Bretland smittaði fleiri onnur. 

- Tað lítla talið, ið vit hava sæð av smittaðum kring heimin, kann verða neistin, ið blívur til ein størri eld. Sum nú er, so er tað bara ein neisti. Vit mæla til, at øll brúka teir møguleikarnar, ið tey hava fyri at forað fyri einum stórum eldi.

- 99 prosent av tilburðunum eru í Kina, og teir flestu eru mildir. Áleið tvey  procent av teimum fráboðaðu tilburðunum eru deyðiligir, og tað er sjálvandi ov nógv.

Næstan 43.000 fólk eru smittaði við virusinum og hevur breitt seg til 27 onnur lond. Deyðstalið er nú farið uppum 1000.

Kelda: tv2.dk

Les eisini: Corona-talið av deyðum farið upp um túsund

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder