Innanlands

- Dalur fer ongan veg

Dalur fær fast samband til Havnar um stutta tíð, sigur Henrik Old. Tað má ikki henda, at Fámjin doyr út

Landsverk metir farleiðina til Dals vera sera vandamikla, og mælir til at gera Dalstunnilin fyrst. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum vil nakað annað (Mynd: Landsverk)

Landsverk metir farleiðina til Dals vera sera vandamikla, og mælir til at gera Dalstunnilin fyrst. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum vil nakað annað (Mynd: Landsverk)

2018-09-26 06:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Fámjin vendir vestureftir. Tað eru øgiliga fáar bygdir sum venda vestureftir, og tí má tað ikki henda at ein av teimum doggja út.

Tað segði Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum í Degi & viku í gjárkvøldið. Hann segði at bygdin er í stórum vanda fyri at doyggja út, um ein tunnil ikki kemur nú.

- Dalur fer ongan veg. Um nakrar mánaðir verður eitt veldigt arbeiði (Sandoyartunnilin) í gongd í Sandoynni við einum sera stórum trafikki og flutningi aftur og fram. Umframt tað ætlar Bakkafrost at byggja eina lívfiskastøð í Skálavík, sum krevur stóran flutning og stórt arbeiði, sigur Henrik Old.

Hann heldur, at tað verður ríkiligt at taka til á Sandoynni í mun til Fámjin.

Ikki semja í samgonguni og rímiligur meiriluti fyri Fámjin í tinginum
Henrik Old sigur, at tað ikki er full semja í samgonguni, at Dalstunnilin skal gerast fyrst.

- Tað er absolutt ikki øll í samgonguni sum eru samd í hasum har, og í tinginum er tað rímiligur meiriluti fyri at gera Fámjinstunnilin fyrst. Tí tey sum kenna til viðurskiftini síggja at Fámjin er í størri vanda fyri at liggja eftirá í mun til Dal, sum fær fast samband til Havnar um stutta tíð.

Vísir tað seg at vera meiriluti er fyri Dalstunlinum, og pengar ikki verða játtaðir til Fámjins, so má eg viðurkenna tað. So mugu vit síggja hvat tað førir til, segði Henrik Old.

Les eisini: Henrik Old: Løgmaður hevur síðsta orðið, men verðin skramblar ikki um eg ikki eri landsstýrismaður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder