Innanlands

- Danir hava fingið lív sítt knúst

Danski forsætisráðharrin sigur at vanlukkan hevur skelkað allar danir

Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd)

Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd)

2019-01-02 14:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur tey deyðu og familjur teirra í tonkunum. Tað sigur hann í tíðindaskrivi, sum er latið eftir tokvanlukkuna á Stórabeltsbrúnni í morgun.

- Vanlukkan í morgun á Stórabeltsbrúnni við fleiri deyðum og særdum hevur skelka okkum øll. Heilt vanligir danir á veg til arbeiðis ella á veg heim úr jólafrí hava fingið sítt lív skrædd í stykkir. Hetta er djúpt ólukkuligt. Mínir tankar fara til tey raktu og familjur teirra, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Forsætisráðharrin takkar myndugleikunum fyri teirra stóra arbeiðið.

Orsøkin til vanlukkuna, sum kravdi seks mannalív, verður enn kannað. Men hildið verður, at tokið rendi á ein trailara, sum datt av einum góðstoki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder