- Med ny test-, opsporing og isolationsstrategi nærmer Danmark sig den færøske løsning, der i weekenden førte til, at Færøerne kunne erklære sig fri af Covid-19. Bedre sent end aldrig, men godt.
Soleiðis skrivaði Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri og formaður í Venstre, á Twitter undir tíðindafundinum hjá donsku myndugleikunum, ið var av fyri einari løtu síðani.
Tað kom ikki so nógv nýtt fram á tíðindafundinum, har Mette Frederiksen var við. Tað varð mest tosað um tiltøkini, ið semja varð funnin um, og sum vórðu kunngjørd síðst í farnu viku. Í mun til tað er nógv fokus á, at kravda frástøðan nú er ein metur og ikki tvær, og um maska (bind fyri munn og nøs) skal nýtast á summum økjum.
![]()
Mette Frederiksen er fyri nógvum atfinningum frá øðrum floksleiðarum, tí hon sambært teimu msetur kósina ov nógv sjálv, og tí at nýggja frástøðukravið kom eftir at avtalan um fasu 2 í upplatingini varð samtykt (Mynd: EPA)
Tað sum var mest nýtt, var hátturin ið danir fara at kanna og byrgja sjúkuni inni. Ætlanin er, at tey sum verða testaði positiv, skulu uppgeva hvørjum tey hava verið í samband við og so verða tey kannaði og/ella koyrd í sóttarhald. Hetta minnir nógv um hátturin, ið hevur verið nýttur í Føroyum allatíðina, og tað vísti Lars Løkke millum annað á Twitter, og "sjónvarpslæknin" Peter Qvortrup Geisling, ið var beinleiðis á DR, viðmerkti tað eisini, og at hetta var heilt væleydnað í Føroyum.
Tyra Grove Krause, ið er deildarleiðari hjá Statens Serum Institut, segði annars við TV2 í gjár, at hetta ikki bar væl til, at smittutrýstið fer at hækka, og at koronasmittan var komin fyri at verða. Stjóri hennara, Kåre Mølbak, var tó ikki heilt so avgjørdir í dag. Hann segði millum annað, at tað er ósannlíkt, at ein onnur bylgja kemur. Um so er, at tað hendir, so eru vit til reiðar, segði Mette Frederiksen.
Les eisini: - Smittutrýstið í Danmark fer at vaksa aftur
Umframt at danir nú kanna uppaftur meira og aftur hava broytt kós - yvir 300.000 eru kannaði - so lata fleiri øki í samfelagnum meira upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald