Í løtuni er smittutrýstið í Danmark 0,7. Tað vil siga, at ikki allir persónar, ið hava koronasmittuna, bera hana víðari. Seinast í apríl var talið 0,9. Tá talið er undir 1, merkir tað, at farsóttin er við at gevast at spreiða seg. Í Danmark hevur talið verið fallandi í yvir tvær vikur.
Hetta talið fer at vaksa aftur, og Danmark fer at liva við virusinum á ein ella annan hátt tey komandi árini. Hetta sigur Tyra Grove Krause, ið er deildarleiðari hjá Statens Serum Institut, við TV2.
Hon slær fast, at tað ikki verður arbeitt við at byrgja smittuni heilt inni - hetta hevur verður gjørt í Føroyum - og at virusi fer at "blóma aftur", tó at tað er jaligt at smittuspjaðingin er so lítil nú.
Roknað verður við, at ein bylgja fer at koma aftur, og at tað at samfelagið verður latið upp aftur á ymsan hátt fer at ávirka.
Eitt koppingarevni kann støðga COVID-19, men tað er ógvuliga óvist, hvussu langt burtur tað er, hóast tað verður arbeitt uppá eitt slíkt í nógvum londum. Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur við The Independent sagt, at tað kann taka long tíð til eitt slíkt verður veruleiki, og at tað eisini er møguligt, at eitt koppingarevni ongantíð verður framleitt.
Uttanlands
Smittutrýstið fer at vaksa aftur
Tað sigur Tyra Grove Krause frá Statens Serum Institut, ið eisini slær fast, at koronavirusið er komið fyri at verða
(Statens Serum Institut)
2020-05-12 09:06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald