Innanlands

- Deiligt at vera aftur í Føroyum

Tá man stendur í hesum vakra landslagnum, kan tað vera torført at fata, at tann trygdarpolitiski veruleikin eisini er galdandi í Norðuratlantshavi, skrivar Mette Frederiksen um sína vitjan í Tinganesi í dag

- Vit standa við einari felags uppgávu, sum bæði lond eru uppsett uppá at loysa. Sterkt samstarv er umráðandi - og tað hava vit (Mynd: Sverri Egholm)

- Vit standa við einari felags uppgávu, sum bæði lond eru uppsett uppá at loysa. Sterkt samstarv er umráðandi - og tað hava vit (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-12 17:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg byrji mína viku í Føroyum. Tað er deiligt at vera aftur her.

Soleiðis skrivar Mette Frederiksen á sínum sosialum miðlum seint seinnapartin saman við einari mynd av sær sjálvari í Tinganesi.

Danski stjórnarleiðarin staðfestir, hvussu vakurt tað er í dag, men samstundis at álvarsemi eisini er.

Hendan góðveðursdagin í Føroyum hava stjórnarleiðararnir í Føroyum, Danmark, Grønlandi, Íslandi og Noreg viðgjørt trygdarpolitisku støðuna. Hetta er neyðugt at fyrihalda seg til, staðfestir Mette Frederiksen - men fyri hana er tað heldur torført  at fyrihalda seg til, meðan man stendur í Føroyum ein slíkan dag.

- Tað krevur tætt samskifti og samstarv mellum Føroyar og Danmark og okkara samstarvsfelagar í økinum. Tað er eisini tí at eg í dag havi havt eitt ein fund við Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg.

Hesin fundurin varð ikki kunngjørdur fyrrenn í gjárkvøldið, men sum skilst hava ætlanir verið um sjórnarfundin í eina tíð, og kom hann á skrá fyrst í mánaðinum.

[object Object]Mette Frederiksen saman við John Rajani, løgmansstjóra, og fylginum úr Danmark. Hon kom beinleiðis av flogvøllinum í Tinganes (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Aksel V. Johannesen hitti í dag fyri fyrstu ferð Jens-Frederik Nielsen, nýggja landsstýrisformannin í Grønlandi (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini fleiri myndir her: Norðurlendskir leiðarar hittust í sólini í Tinganesi

Einsæris fundur við løgmann - hava sterkt samstarv við Føroyar

Mette Frederiksen er farin úr føroyska høvuðsstaðnum aftur, og hevur hon sett kós móti tí danska høvuðsstaðnum.

Hon greiðir frá, at hon i dag eisini hevði "ein góðan og týðandi fund" við løgmann, har millum annað samstarvið landanna millum var á breddanum.

- Tit standa við einari felags uppgávu, sum bæði lond eru uppsett uppá at loysa. Sterkt samstarv er umráðandi - og tað hava vit, endar danski stjórnarleiðarin við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder