Innanlands

- Dýr uppskot uttan um samgonguna kosta nýval

Løgmaður heldur tað verða óheppið, at um val verður útskrivað á ólavsøku, verður tað tætt uppá freistina at gera fíggjarlóg

Løgmaður hevur ikki tikið endaliga støðu til, nær val skal verða (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Løgmaður hevur ikki tikið endaliga støðu til, nær val skal verða (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-04-25 11:25 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Eg veit ikki, nær eg ætli at útskriva val. Tað eru tveir møguleikar nú, tá valskeiði er runnið. Spurningurin er, um vit skulu hava valið áðrenn summarferiuna hjá vanliga føroyinginum ella um man skal taka tað eftir summarferiuna. 

Tað sigur Løgmaður í samrøðu við Portalin, eftir at tað í gjár gjørdist greitt, at samgongan hevur mist meirilutan, eftir at hon ikki megnar at halda avtalur við Magna Laksafoss. Hann heldur tó at sannlíkindini enn eru fyri, at valið verður útskrivað á ólavsøku og at valið tíð verður á seinast møguliga valdegnum, sum er 31. august. 

- Í løtuni er okkurt, sum bendir á, at valið ikki verður fyrr enn eftir ólavsøku, sigur hann. 

Løgmaður hevur áður sagt, at tað kann vera keðiligt at val verður ov tætt upp á 1. oktobur, tá fíggjarlóg skal leggjast fyri løgtingið. Um valið verður útskrivað á ólavsøku, verður sjálvt valið síðst í august mánaða. Tá er bert ein mánaði til fíggjarlóg skal gerast. 

- Tað er ongin ivi um, at um tú skal velja, nær besta tíðarskeiðið er at hava val, so er tað fyrst í árinum. Um heystið skal løgtingið gera fíggjarlóg, og tað er lítil tíð at gera fíggjarlóg, um val er á heysti, sigur løgmaður, sum ásannar at tað kann verða trupult at gera fíggjarlóg uppá stutta tíð, um valið verður síðst í august mánaða. 

Núverandi samgonga skrivaði ikki undir samgonguskjalið fyrr enn 14. septembur í 2015, og tí var bert ein hálvur mánaði til at gera fíggjarlóg. Úrslitið varð, at fyribils fíggjarlóg varð løgd fram 1. oktobur, og at fylgilógir og broytingaruppskot síðani komu.

- Tað er ein avbjóðing at halda allar reglur í stýrisskipanini, játtanarskipanini og góðum fyristingarligum arbeiðsháttum, at øll uppskot skulu til hoyringar, tá tað er stutt skoðbrá at gera fíggjarlóg, sigur løgmaður. Spurningurin er tí, um løgmaður stendur við sína egnu sannføring, um hann skrivar val út at verða tætt uppá fíggjarlógarfreistina. 

- Tað er eitt argument fyri at hava val áðrenn ólavsøku, meðan tað eru onnur argument, sum tala ímóti at hava valið í juni mánaði, staðfestur Aksel V. Johannesen, sum vísir á at tað kann ávirka løgtingsvalið, um tað liggur samstundis sum fólkatingsvalið, sum skal verða í seinasta lagi 17. juni í ár. 

Uppskot uttanfyri samgonguna kosta nýval
Hóast løgmaður sigur, at tað er sannlíkt at valið verður aftan á ólavsøku, er tað ein møguleiki fyri, at løgmaður skrivar val út í næstu viku. Hann sigur, at hóast samgongan er í minniluta, fer hann ikki at góðtaka, um uppskot verða samtykt uttan um samgonguna. 

- Vit eru ein minnilutasamgonga, og tað ger tað trupult at stýra, tí tú allatíð skal leita eftir meirilutum. Um samgongan ikki er arbeiðsfør ella um kostnaðarmikil ella principiel uppskot verða samtykt uttanfyri samgonguna verða samtykt uttanum samgonguna, kann val verða áðrenn summarfríðtíðina, sigur Aksel V. Johannesen. 

- Eg veit ikki heilt hvørji kostnaðarmikil mál talan er um, men tað liggja uppskot frá andstøðuni, sum eru kosntaðarmikil í tinginum. Um uppskot, sum kosta nógvar pengar, verða samtykt í einum valfepuri uttanum samgonguna í næstu viku, eru vit í einum trupulleika, og tá kann væl verða, at val verður útskrivað, sigur Aksel V. Johannesen at enda. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder