Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur fer ikki at atkvøða saman við Fólkaflokkinum um at strika rakstrarjáttanina á eina knappa millión til Demokratia og Javnstøðunevndina.
Tað gjørdi hon greitt á tingsins røðarapalli fyri løtu síðani.
- Eg atkvøði ikki saman við Fólkaflokkinum, noy, segði hon tá hon varð spurd um tað.
Katrin Kallsberg úr Tjóðveldi spurdi, um einasta kvinnan í andstøðuni fór at atkvøða fyri uppskotinum, sum floksfelagirnir Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard, Jógvan á Lakjuni umframt Jenis av Rana úr Miðflokkinum, hava lagt fram.
Les eisini: Ikki longur neyðugt við serskipanum at fáa kvinnur á ting
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald