Uttanlands

– Eg eri demokratiska valevnið

Á valfundi í Michigan endurtók Joe Biden, at hann ikki ætlar at fara úr valstríðnum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-07-13 15:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á valfundi í statinum Michigan í gjár endurtók amerikanski forsetin Joe Biden enn einaferð, at hann ætlar at halda fram í forsetavalstríðnum.

– Eg eri valevnið hjá demokratiska flokkinum, og tann einasti demokraturin ella republikanarin, sum hevur vunnið á Donald Trump - og eg fari at vinná á honum aftur, segði Biden.

Síðan orðaskiftið millum Biden og Trump 27. juni hava fleiri demokratar og demokratiskir stuðlar heitt á amerikanska forsetan um at fara úr valstríðnum.

Sambært DR hava 19 demokratar í Kongressini higartil boðað frá, at teir ynskja sær eitt annað valevni enn Biden, og fleiri fíggjarligir stuðlar hjá flokkinum hava eisini tikið stuðulin aftur.

Les eisini: Blandaði Donald Trump og Kamilu Harris

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder