Innanlands

– Eg skilji ikki atfinningarnar

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum metir tað ikki vera neyðugt at broyta reglurnar eftir springaradrápið í gjár

Sum mær er upplýst, var hvør einstakur springari avlívaður á forsvarligan hátt, sigur Jacob Vestergaard

Sum mær er upplýst, var hvør einstakur springari avlívaður á forsvarligan hátt, sigur Jacob Vestergaard

2021-09-13 14:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Sum mær er upplýst, var hvør einstakur springari avlívaður á forsvarligan hátt, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum við Kringvarpið um springaradrápið í gjárkvøldið.

Fleiri finnast at avgerðini um at halda springarabólkin til í gjár. Fleiri vilja m.a. vera við, at ov fá fólk vóru til at taka ímóti teimum mongu hvalunum á sandinum, og at tað tók ov langa tíð. Eisini verður funnist at avgerðini um at reka spingarabólkin, sum varð sæddur út fyri Kalsoynna, til Skálafjarðar.

Talan var um 1.428 springarar, so landsstýrismaðurin sigur seg ikki skilja atfinningunum um, at drápið tók ov langa tíð. Tað var eisini í tráð við lógina at reka hana til Skálafjarðar úr Kalsoyarfirði, sigur hann.

Sambært grindalógini er tað sýslumaðurin, sum tekur endaliga avgerð um, hvagar grindin skal rekast. Jacob Vestergaard sigur, at hann ikki heldur tað vera neyðugt at broyta reglurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder