Uttanlands

- Eg varð raktur av einari kúlu

Donald Trump við stuttari útsøgn á sosialum miðli nakrar tímar eftir skottilburðin undir valfundinum. Eg visti beinanvegin, at okkurt var galið, tá eg hoyrdi ljóðið av skoti, sum fór fúkandi framvið mær

Kúlan streyk framvið høvdinum á Donald Trump, sum síðani bukkaði seg undir talarastólinum, áðrenn Secret Service kom til hann. Her verður fyrrverandi forsetin í USA førdur  í ein bil við knýttum neva sum eina heilsan (Mynd: EPA)

Kúlan streyk framvið høvdinum á Donald Trump, sum síðani bukkaði seg undir talarastólinum, áðrenn Secret Service kom til hann. Her verður fyrrverandi forsetin í USA førdur í ein bil við knýttum neva sum eina heilsan (Mynd: EPA)

2024-07-14 02:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg varð skotin við einari kúlu, sum trongdi ígjøgnum ovasta partin av mínum høgra oyra.

- Visti beinanvegin at okkurt var galið, tá eg hoyrdi ljóðið av skoti, sum fór fúkandi framvið mær. So merkti eg við tað sama eina kúlu, sum fór ígjøgnum húðina. Tað bløddi illa.

Soleiðis greiðir Donald Trump frá skottilburðinum, sum hann var fyri seint í kvøld -stutt fyri midnátt - føroyska tíð. Hann skrivaði stutt fyri klokkan 02 føroyska tíð á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

Sí eisini: Skottilburður á veljarafundi hjá Trump

Forsetavalevnið hjá republikanarunum tosaði á valfundi í statinum Pennsylvania, tá alt gjørdist ein hurlivasi. Á upptøkum hoyrast skot týðiliga, og blóð sæst koma úr høgra oyra hjá Trump. Tað stóð tó greitt, stutt eftir at Secret Service fekk fyrrverandi forsetan í USA av staðnum, at hann hevði tað eftir umstøðunum gott. Donald Trump er síðani væl kannaður av læknum.

- Eg vil takka Secret Service fyri skjóta atgerð í sambandi við hendingina í Pennsylvania, og eg hugsi serliga um famijuna hjá persóninum, sum varð raktur av skotum og dripin (...) tað er ótrúligt, at slíkt kann henda í okkara landi. Guð vælsigni USA.

[object Object][object Object]
Myndir: EPA

Í sjónvarpsrøðu fyri løtu síðani fegnast Joe Biden um, at støðan hjá mótsstøðumanninum er trygg. Forsetin øtast samstundis um, at skottilburðurin fór fram. Biden og hansara toymi hava valt at støðga við valdystinum fyribils: Einki tiltak verður honum til frama, meðan mótparturin fær tíð at koma fyri seg, og heldur ikki sjónvarpslýsingar 

Sí eisini: Biden biður fyri Trump bakkar nakað

Spurningurin er, hvat hendir nú. Tað er ikki eindømi, at forsetar ella forsetavalevni í USA eru fyri skottilburðum. Maðurin við skotvápninum í Pennsylvania hevði eftir øllum at døma nógv umrødda Donald Trump sum mál, og verður málið eisini kannað sum morðroynd móti 78-ára gamla valevninum, skriva fleiri miðlar í USA.

Brotsgerðarmaðurin tók eitt mannalív á staðnum við sínum skotum, áðrenn Secret Service drap hann  Ein annar í mannamúgvuni er í lívsvanda, skriva CNN, BBC og aðrir altjóða miðlar í nátt. 

Danska TV2 er ein av mongum atljóða miðlum, sum fylgir gongdini tætt í einum bloggi og dagførir skjótt, um okkurt hendir. Meira á Portalinum fyrrapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder