- Vit eiga at gera tað, vit eru ment, at verja kvinnur og børn móti harðskapi. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.
Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum er í dag, og tíverri er framvegis neyðugt og viðkomandi at varpa ljós á henda harðskap, tí hvønn dag eru kvinnur um allan heim fyri harðskapi og ágangi, sigur landsstýriskvinnan.
Hetta er eisini galdandi her í Føroyum. Sambært Almannamálaráðnum, fær Kvinnuhúsið hvørt ár millum 500 og 600 áheitanir frá kvinnum, sum leita sær hjálp og vegleiðing, tí tær eru fyri harðskapi.
Í 2018 gistu 13 kvinnur á Kreppumiðstøðini, tí tær noyddust at rýma undan harðskapi. Afturat teimum skulu vit leggja øll tey børnini, sum í ólukkumát verða ávirkað, tá pápin er harðligur móti mammuni.
Á fundi fríggjadagin, sum Sig frá/Almannamálaráðið í samstarvi við Amnesty, Kvinnuhúsið og Kvinnufelagið skipaði fyri, greiddi Kathrina Lindenskov Holm frá sínum virki sum sálarfrøðingur í Kvinnuhúsinum. Eisini varð greitt frá forvitnisligari skipan í Íslandi, har tey leggja seg eftir at samskipa arbeiðið móti harðskapi.
Les meira um tiltakið her.
Landsstýriskvinnan í almannamálum fegnast um tað arbeiðið, sum verður gjørt at basa harðskapi móti kvinnum, og ætlar hon at virka fyri, at hetta arbeiðið heldur fram og verður styrkt.
- Tíverri – framvegis er neyðugt og týdningarmikið at varpa ljós á harðskap móti kvinnum. Ikki einans 25. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald