2026-11-24 12:13
Løgreglan fekk í gjár fleiri fráboðanir frá fólkum, sum høvdu fingið boð umvegis SMS frá einum avsendara, ið sá út til at vera Taks.
Men talan var um somu følsku boð, sum hava verið í umferð í nakrar dagar.
Taks veit av hesum átaki, har stovnurin er brúktur til at lokka pengar frá fólki. Hetta er tað, tey á útlendskum kalla ‘phishing’.
Taks hevur á heimasíðu síni ráð og vegleiðing til fólk, sum fáa slík boð.
Sí: Ansa eftir følskum sms-boðum í navninum hjá Taks
Ráðini eru at strika slík boð, tí “TAKS biður teg ongantíð um persónligar upplýsingar gjøgnum leinki í sms-boðum ella teldubrøvum”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald