Uttanlands

– Eiga at herða revsitiltøkini, um samráðingarnar enda úrslitaleysar

Tað sigur ukrainski forsetin, nú umboð fyri Ukraina og Russland samráðast í Istanbul í dag

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-06-02 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj heitir á amerikanska forsetan, Donald Trump um at seta í verk nýggj revsitiltøk móti Russlandi, um samráðingarnar í Istanbul í dag enda uttan úrslit.

– Um samráðingarnar í Istanbul ikki geva úrslit, er neyðugt við hýggjum hørðum revsitiltøkum, frá ES og USA, serliga tey hørðu tiltøkini, sum Trump forseti lovaði, sigur Zelenskyj sambært ukrainska miðlinum Kyiv Independent.

Revsitiltøkini eiga at raka russiska orku og russiska fíggjargeiran, sigur Zelenskyj.

Trump hevur áður hótt við revsitiltøkum móti Russlandi, og amerikanski forsetin segði í farnu viku, at tað skjótt verður greitt, um russiski forsetin Vladimir Putin veruliga ynskir ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina.

Trump sigur, at hann hevur ikki sett revsitiltøk í verk enn, tí hann heldur, at tað er møguligt at finna eina semju, men um neyðugt er hann til reiðar at handla.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder