2018-06-29 19:18
- Sum handverkari kann ein bara droyma um at gera eina slíka trappu.
Tað sigur Bødvar Hjartvarsson, sum hevur Snikkarakjallaran í Dali.
Hann og lærlingurin hava júst handað eina serliga trappu í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Trappan er úr eik, og hon svingar um eina betongsúlu.
Listi er gjørdur um alt opið í hølunum, og er tilsamans 50 metrar langur.
Snikkarin takkar fyri, at tey valdu føroysku loysnina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald