Innanlands

- Ein egocentrisk herferð hjá Jenisi

Fólktaingslimurin Sjúrður Skaale finst hvassliga at framferðarháttinum hjá løgtingsmanninum. Í lesarabrævið sigur hann millum annað, at Jenis av Rana hevur tikið Føroya fólk til gísla, og setur spurnartekn við, hví hann ikki verður steðgaður av m.ø løgmanni

Sjúrður Skaale er alt annað enn nøgdur við handfaringina av málinum um sendistovu í Jerusalem (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sjúrður Skaale er alt annað enn nøgdur við handfaringina av málinum um sendistovu í Jerusalem (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-11-21 08:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kjakið um føroyska sendistovu í Jerusalem er heitt. Jenis av Rana, landstýrismaður í uttanríkis-og mentamálum, hevur fleiri ferðir greitt, at hann ynskir, at Føroyar lata upp sendistovu í Ísrael og í júst Jerusalem - millum annað á tingsins røðarapalli í gjár.

Tað eru tó nógv, ið finnast at hesum og ein veljarakanning sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin fríggjadagin vísti, at bert 22 prosent taka undir við føroyskari sendistovu i Ísrael.

Les eisini: Fólkið ynskir ikki sendistovu í Ísrael

Fríggjadagin skrivaði Sjúrður Skaale í tíðindaskrivi, at ein sendistova í Jerusalem krevur loysing frá Danmark
Fólkatinslimurin vísti á álvarsemi í málinun, og í kjalarvørinum av kjakinum í tinginum í gjár hevur Sjúrður Skaale skriva eitt nýtt lesarabræv. Undir heitinum: "Frælsishetjan Jenis - hví verður hann ikki steðgaður?" eru fyrstu linjurnar:

"Jenis av Rana kann IKKI samanberast við fólk, sum stríddust móti Hitler. Hann hevur tikið okkum øll til gísla í einum súmbolpolitiskum solospælið" 

Sjúrður Skaale vísir á, at um ein er ímóti einari sendistovu í Jerusalem merkir tað ikki, at ein er ímóti Ísrael og millum annað stuðlar Hamas. Um landstýrismannin skrivar hann, at Jenis av Rana bert skal koma í fokus, at hann veit, at hetta kann verða vandamikið, og at hann vil gera seg sjálvan til eina søguliga hetju.

Í lesarabrævinum vísir fólkatingslimurin á, at um Jenis ikki hevur tosað við uttanlandsnevndina um málið, nakað sum landstýrismaðurin sjálvur bar fra í jgár, so er tað sambært honum eitt brot á stýrisskipanarlógina, og tað skal hava revsing við sær. Sjúrður Skaale undirstrikar enn einaferð, hvar ríkisrættarliga støðan kemur inn: 

"Vilja vit hava sendistovuna, so kunnu vit fáa hana. Men so má raðfylgjan vera tann rætta: Fyrst loysa vit frá Danmark – og so lata vit sendistovuna upp"

Fólkatingsumboðið hjá Javnaðarflokkinu skrivar eisini, at tað er rættiliga sigandi, at av 156 londum, sum hava diplomatiskt samband við Ísrael, hava einans tvey tikið hetta stigið: USA undir Trump, og Guatemala. Hann finst eisini at løgmanni fyri ikki at halda skil á sínum egna landstýrismanni.

Til ber at lesa alt lesarabrævið her

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder