Innanlands

Jenis: - Vit skulu standa fast við tað sum er rætt

- Hevði sendistovan verið løgd í Ramallah so høvdu tit fegnast á aftasta bonki og í Danmark

2019-11-20 11:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Ongin skal vera í iva um, at mítt ynski er at lata upp eina sendistovu í Jerusalem, høvuðsstað Ísraels. Men fyrst skal málið viðgerast í landsstýrinum og samgonguni áðrenn tað er búgvið at lata uttanlandsnevndini til viðgerðar.

Soleiðis segði Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanlandsmálum, tá hann løgtingi í dag varð spurdur um nógv umrødda málið um ætlaðu føroysku sendistovuna í Jerusalem.

Óneyðugt við sendistovu
Tað var Aksel V. Johannessen, sum setti landsstýrismanninum spurningin. Fyrrverandi løgmaður vildi hava at vita, hvør ætlanin er við sendistovuni í Jerusalem og hvat henda ætlan kemur at kosta.

Sjálvur heldur Aksel V. Johannessen, at tað er óneyðugt at stovna sendistovu í Ísrael yvirhøvur, tí føroyski samhandilin við landið er ógvuliga avmarkaður. Vit kunnu hava gott samstarv við Ísrael – tað hava vit longu – uttan at seta á stovn eina sendistovu, og harvið seta føroyska uttanríkispolitikkin og trygdina í vanda, helt Aksel V. Johannessen.

Finna semju í samgonguni fyrst
Jenis svaraði honum í fyrsta lagi, at málið fyrst skal viðgerast í samgonguni áðrenn ein sendistova verður sett á stovn. Men hetta skal gerast í samstarv vil løgtingið, sum skal játta tað, sendistovan kostar, og við donsku uttanríkismyndugleikarnar, um talan verður um diplomatiska umboðan.

Viðvíkjandi kostnaðinum metti Jenis av Rana, at hann verður tann sami, sum aðrar líknandi sendistovur, tað vil siga umleið fýra milliónir kónur plus/minus eina hálva.

Hvat við trygdini?
Í aftursvarinum undraðist Aksel V. Johannessen yvir hvør tørvurin á eini sendistovu er í Ísrael. Sambært honum er nógv størri tørvur á eini sendistovu í USA, antin í New York ella Washington.

Hann spurdi Jenis av Rana um, hvørjar hugsanir landsstýrismaðurin hevur gjørt viðvíkjandi vandanum í hesi avgerð, bæði fyri tey starvsfólk, sum skulu arbeiða á sendistovuni og fyri Føroyar sum heild, nú nógv eygu verða vend móti okkum við hesi avgerð.

Jenis av Rana er samdur í tørvinum á eini sendistovu í USA, og lovaði at næsta føroyska sendistovan – eftir Jerusalem – verður í Washington.

Hví ræðast og krógva okkum?
Hann svaraði ikki spurninginum um trygdini, men valdi heldur at venda spurninginum á.

- Um eg hevði tikið avgerð um at lata sendistovuna upp í Ramallah (høvuðsstaðurin í Palestinska statinum, red.) høvdu danir og tit á aftasta og triðaftasta beinki (Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, red.) helst verið ovurfetin.

- Hvat er hetta fyri hugburður at ræðast og royna at krógva okkum? Hvønn er tað vit minnast frá seinna heimsbardaga? Eru tað tey, ið ræddust Adolf Hitler? Nei, tað eru tey, sum settu seg upp ímóti honum – tey sum hjálptu jødunum og menn sum Bonhöfer (týskur prestur og mótstøðumaður, red.) vit minnast.

- Vit skulu tora at standa fyri tí rætta – tað kemur at bjarga Føroyum, føroyingum og heiminum, segði Jenis av Rana.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder