placeholder
Innanlands

Spyr.fo: Fólkið ynskir ikki sendistovu í Ísrael

Bert 22 prosent av føroysku veljarunum taka undir við samgonguni um at seta sendistovu á stovn í Ísrael

Jerusalem (Mynd: Visualhunt.com)

Jerusalem (Mynd: Visualhunt.com)

2019-11-18 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Samgongan hevur ikki fólkið aftan fyri seg í spurninginum um at seta á stovn føroyska sendistovu í Ísrael, hvørki í Tel Aviv ella Jerusalem.

Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.

Fríggjadagin vórðu 500 føroyingar eldri enn 18 ár spurdir um vit skulu hava sendistovu í Ísrael. 61 prosent søgdu nei, 22 prosent søgdu ja og 17 prosent søgdu seg ikki vita.

Sostatt er tað bert gott fimti hvør veljari sum tekur undir við ætlan landstýrisins um at lata upp sendistovu í Ísrael.

Ikki tørvur á sendistovu
Av teimum, sum siga nei til spurningin um sendistovu í Ísrael, siga nógv tey flestu, at tað ikki er tørvur á sendistovu í Ísrael. 68 av teimum, sum svaraðu nei, søgdu hetta vera orsøkin. 25 prosent svaraðu nei, tí tey óttast fyri trygdini hjá Føroyum, meðan 7 prosent halda, at Føroyar skulu hava færri sendistovur.

Um hugt verður eftur teimum, sum ganga inn fyri sendistovu í Ísrael, so er heilt greiður meiriluti fyri at sendistovan skal vera í Jerusalem heldur enn Tel Aviv. 78 prosent av teimum 22 prosentunum, sum ynskja sendistovu í Ísrael halda, at sendistovan skal vera í Jerusalem, meðan 22 siga Tel Aviv.

Eitt sindur meira spjaddur er hugburðurin tá hesi 22 prosentini verða spurd um hví vit skulu hava sendistovu í Ísrael.

43 prosent svara ’handilsligar orsøkir’, 34 prosent siga ’fyri at stuðla ísraelska fólkinum’ og 22 prosent siga ’fyri at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað’ í Ísrael.

70 prosent av miðflokkaveljarunum siga ja
Ikki óvæntað eru tað miðflokkaveljarar, sum heitast stuðla ynskinum um at seta føroyska sendistovu á stovn í Ísreal. Men tað er tó bara 70 prosent av miðflokkaveljarunum, sum hava svarað ja upp á spuringin.

Fólkaflokkurin er í tvíningum í spurninginum. 50 prosent ynskja sendistovu í Ísrael. Sendistovan fær lakast stuðul frá javnaðarveljarunum, har tað bert eru fimm prosent, sum stuðla ætlaðu sendistovuni.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder