- Lønin fyri at sita á Tingi er ikki ov lág. Ein løn sum táttar í 40.000 kr er ein høg løn, og ein løn sum ikki eigur at halda nøkrum aftur at stilla upp.
Tað skrivar Brandur Sandoy, fyrrverandi tinglimur fyri Fólkaflokkin, á Facebook.
Hann heldur, at tey sum ikki klára seg við einari løn á 40.000 um mánaðin hevur gott av at fáa eitt innlit í hvussu veruleikin hongur saman hjá teimum sum ikki hava so høga inntøku.
- Eg kenni nógv fólk sum kundu hugsa sær at farið upp á 40.000 kr um mánaðin.
- Endamálið kann ikki verða at tey somu fáu fólkini í Føroyum skulu inn allastaðni og styra øllum, nú eisini Tinginum.
- Tingið skal verða umboðandi øll øki í landinum, tað burdi tað í øllum førum, og umboðandi so stórt spenni av samfelagsbólkum sum gjørligt. Líka frá stjórum til folk við miðallangari útbúgving, til fólk við ongari útbúgving enn fólkaskulan, heldur Brandur Sandoy.
Hesa vikuna hevur Dagur & vika havt fokus á, at tað er trupult at fáa fólk í leiðandi størvum at stilla upp til løgtingsvalið. Í gjár segði Gudny Langgaard, at møguliga lønin var ein av orsøkunum.
Hetta hevur elvt til nógvar viðmerkingar bæði á sosialu miðlunum, men eisini her á Portalinum.
Les eisini: Løgtingslimir fáa mánaðarløn á góðar 38.500 krónur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald