Innanlands

- Einasta trygdin fyri tunlum Norð um Fjall er at vit sleppa at halda fram

Samgongan er samd um at framskunda tunlarnar Norður um fjall, sigur Henrik Old

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-19 16:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Landsstýrið samdist á arbeiðsfundi á Viðareiði um, at tá Hvalbiartunnilin er boraður í gjøgnum verður beinanvegin farið í gongd við hinar bátar tunlarnar (Árnafjarðartunnilin og Hvalbiartunnilin, red.).

Tað segði Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, í tinginum fyri løtu síðani í svari til ein munnligan fyrispurning frá Bill Justinussen, tingmanni.

Hann greiddi frá, at í meðan arbeiðið at bora Hvalbiartunnilin er í gongd, verða allar fyrireikingarnar til tunlar Norður um Fjall gjørdar, soleiðis at byrjast kann skjótaast gjørligt.

Henrik Old sigur, at hetta ikki er ein undirskrivað avtala, men tað er full undirtøka fyri tí í samgonguni.

Løgtingsval skal vera í seinasta lagi um eitt ár, og tí er møguleiki fyri, at ein nýggj samgonga ikki tekur undir við hesum, og ikki fer at byrja upp á tunlarnar Norð um Fjall tá Hvalbiartinnilin er liðugur.

- Undanfarna samgonga, sum nú er andstøða, gjørdi einki fyri at rætta uppá ella byrja uppá hetta málið. Og tí kann man siga, at tað er umráðandi at verandi samgonga sleppur at halda fram, soleiðis at tey fáa ein tunnil, segði landsstýrismaðurin.

- Tað er tann einasta trygdin fyri at tey kunnu fáa ein tunnil, segði Henrik Old.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder