Bill Justinussen vil nú hava Henrik Old at svara um semjuna hjá samgonguni um tunlar Norður um Fjall.
Undir orðaskiftinum í farnu viku um uppskotið frá andstøðuni um tunlar Norð um Fjall, boðaðu samgongutinglimir frá, at semja nú er í samgonguni um verkætlanina.
Tingmaðurin fyri Miðflokkin vil í munnligum fyrispurningini hava at vita, hvat innihaldið í semjuni er og um hon er skjalfest og undirskrivað.
Val skal vera í seinasta lagið um eitt ár, og tí spyr hann hvussu samgongan ætlar at tryggja, at ein komandi samgonga fer at fremja verkætlanina so skjótt, sum Hvalbiartunnilin er boraður.
Bill Justinussen vil eisini hava at vita, hví løgmaður ikki hevur kallað andstøðuleiðararnar til fundar um verkætlanina í summar, sum samgongutinglimir annars høvdu lovað.
- Ongin innkalling er komin frá løgmanni og ongin breið semja er funnin, staðfestir Bill Justinussen í viðmerkingunum.
Munnligir spurningar eru á skrá á tingfundinum mikudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald