Innanlands

- Eingin trupulleiki at Tjóðveldi fer solo

Kaj Leo Holm Johannesen metir ríkisfelagsskapin vera í vanda, nú uppskot um avtøku av fólkatingsessunum er lagt fram

Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-14 17:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

At Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur lagt uppskot fram um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar, fær Kaj Leo Holm Johannesen, tingmann fyri Sambandsflokkin, til knappaborðið.

Hann sigur hetta vera ritt álvarsmál, tí fólkatingssessirnir eru beinleiðis knýttir at felagsmálum, sum er sjálvur bulurin ella garðurin um ríkisfelagsskapin.

- Løgmaður letur kortini standa til, samtíðis sum hann fyri einari tíð síðani segði, at tað ikki kom uppá tal, at nakar samgongulimur gekk solo, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

- Men nú, tá sjálvur Ríkisfelagsskapurin er í vanda, er eingin trupulleiki, at Tjóðveldi fer solo, so ikki kann sigast annað enn, at tann, sum tegir hann samtykkir.

Løgmaður, vinaliga lat okkum saman sláa ring um Ríkisfelagsskapin, sigur tingmaðurin.

Les eisini: Fólkatingsessirnir kunnu verða avtiknir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder