Innanlands

- Einki djór hevur uppiborið hesa lagnuna

Djóraverndarfelagið heitir á fólk um at vísa ábyrgd, og neutralisera sín køtt. Felagið hevur avlívað fleiri kettir seinastu dagarnar

(Mynd: Djóraverndarfelagið)

(Mynd: Djóraverndarfelagið)

2019-06-20 18:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Fleiri halda ikki at tað hevur týdning, at neutralisera sín køtt, men her sæst ein av teimum skitnu og ræðuligu síðunum, við ikki at gera handan eingangstúrin til djóralæknan.

Tað skrivar Djóraverndarfelagið á Facebook í sambandi við, at felagið hevur avlívað fleiri villar kettur. Nógvar kettir kunnu hjálpast, men tær á myndunum omanfyri vóru ov villar at kunna hjálpa. Mestsum allar vóru eisini illa sjúkar.

- Soleiðis er ofta við villkøttum. Tey liva eitt syndarligt lív í hungri og sjúku, ein dag á gangin. Og Føroyar eru fullar í teimum. Alt ov nógvar, til at vit strekkja til, sigur Djóraverndarfelagið.

- Hetta er ein kommunalur trupulleiki, sum flestu kommunur tó hava ilt við at gera nakað við. Men ikki bara kommunurnar hava ábyrgd. Ein og hvør kettueigarari, sum ikki neutraliserar sín køtt eigur ábyrgd!

- Hvønn dag tín ógeldi frensur ferð sína dagligu gongd í grannalagnum, kann hann vera við til at seta fleiri neyðardýr í heimin, sigur felagið.

- Vísið nú ábyrgd! Tað er ein eingangs upphædd, sum enntá kann leingja teirra livitíð og betra teirra heilsustøðu, ljóða boðini frá Djóraverndarfelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder