Innanlands

Leirvíkstunnilin stongdur komandi næturnar

Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23, á midnátt, kl. eitt, tvey, og fýra.

(Savnsmynd: Google)

(Savnsmynd: Google)

2026-11-22 15:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsverk boðar frá, at Leirvíkstunnilin verður stongdur fyri allari ferðslu komandi næturnar.

Frá í kvøld til fríggjamorgunin 27. november er tunnilin stongdur frá klokkan 22 á kvøldi til klokkan seks á morgni.

Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin klokkan 23, á midnátt, klokkan eitt, tvey og fýra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder