Í oktober vóru 30.700 starvsfólk í starvsfólkaskaranum í Føroyum - sløk 500 starvsfólk, ella 1,8 prosent fleiri enn sama mánað í fjør.
Sambært Hagstovuni var talan um 15.800 menn og góðar 14.900 kvinnur.
Samanborið við sama mánað í fjør er vøksturin hjá kvinnum 1,4 prosent - 206 kvinnur. Hjá monnum er vøksturin 340 - 2,2 prosent.
Átta prosent høvdu ikki bústaðartilknýti
Í oktober vóru tað 2.358 starvsfólk, sum ikki høvdu bústaðartilknýti. Hetta eru smá átta prosent av samlaða talinum.
Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella tilsamans sjey út av tíggju samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum.
Sama mánað í fjør vóru 2.082, sum ikki høvdu bústaðartilknýti. Tað eru góð 13 prosent fleiri í ár.
Góð 43 prosent, av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti hava asiatiskan ríkisborgaraskap. Serliga eru hesir ríkisborgaraskapir úr Landsynningsasia.
Tey flestu starvsfólkini uttan bústaðartilknýti arbeiða í fremleiðsluvinnuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald