Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump finst at amerikanska løgmálaráðnum, sum sambært honum er farið undir eina politiskt motiveraða herferð fyri at forða honum í at sleppa inn aftur í Hvítu Húsini.
Tað var fyrr í vikuni, at hann varð ákærdur fyri skeiva handfaring av loyniligum skjølum, eftir at hann fór frá sum forseti í 2021. Leygardagin helt hann røðu í statinum Georgia, har hann legði sitandi demokratiska forsetan, Joe Biden, undir at hava lagt ákærurnar til rættis.
Løgmálaráðið heldur tó fast við, at avgerðirnar hjá ráðnum ikki hava nakað við partapolitikk at gera. Biden hevur sagt, at hann ikki vil blandast uppí málið.
Í røðu sínari segði Trump, at mann fer at minnast málið sum eitt av ringastu dømunum um valdsmisnýtslu í søguni hjá USA.
– Hendan óreina jagstranin er ein parodi av rættvísi, sigur hann sambært Ritzau.
Sambært veljarakanningum, hevur Trump, sum bjóðar seg fram í valstríðnum um at gerast republikanskt forsetavalevni í 2024, fingið størri undirtøku millum republikanskar veljarar, eftir at hann í mars varð ákærdur í einum øðrum revsimáli, og tað er tað einasta góða við hesum, sigur hann.
Les eisini: Donald Trump ákærdur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald